Formil 1
Líka so keðilig koyringin í Monako var, líka so hendingarík og áhugaverd var koyringin í Kanada. Ja, ta einu løtuna var hon enntá ræðandi. Í oddinum var tó lítil spenningur.Hamilton vann uttan stórvegis trupulleikar sína fyrstu formil 1 koyring. Hann er nú greitt á odda í HM kappingini, har hann er átta stig frammanfyri liðfelagan, núverandi heimsmeistaran Fernando Alonso.
Men hóast spenningur ikki var um fyrsta pláss, so var ríkiligt av øðrum spenningi við yvirhálingum frá byrjan til enda. Ikki færri enn fýra ferðir var trygdarbilurin á breytini, og úrslitið við Hamilton frammanfyri Heidfeld, Wurz og Kovaleinan sigur ikki so lítið.
Ræðandi óhapp
Mest umrødda hendingin varð tó uttan iva, orsøkin til, at trygdarbilurin kom á breytina aðru ferð. Polski Robert Kubica í BMW Sauber var júst komin út pittinum, og royndi at sleppa framvið Jarno Trulli. Jarno Trulli gav honum ikki nakað pláss, men Kubica royndi alíkavæl, og rakti bilin hjá Trulli. Kubica misti tamarhald á bilinum, ið fór á flog. Hann rendi við nógvari ferð á veggin báðu megin breytina. Óhappið var ógvisligt, og Kubica tyktist at vera uttan vit, tá bilurin gavst við at bólta rút og renna á ymiskt. Hetta var ein ræðandi løta, og fyri tann tilkomna formil 1 hyggjaran leitaðu tankararnir aftur til óhapp sum tað hjá Oliver Panis í Kanada og deyðsvanlukkurnar hjá Senna og Roland Ratzenberger. Tó eru seinastu tíðindini, at Kubica hevur tað gott. Hann hevur fingið ein lítlan heilaskjálvta og hevur keikt fótliðin, men verður væntandi útskrivaður í dag.
Alonso undir trýsti
Koyringin var merkt av ákoyringum, villum og tøkniligum trupulleikum, og at enda koyrdu einans 12 av teimum 22 bilunum um málstrikuna. Vanligu avbjóðarnir Alonso, Massa og Räikkönen gjørdu allir persónligar villur, sum kostaðu teimum møguleikan fyri at avbjóða Hamilton. Alonso vísti fyrstu ferð veikleika, ið kann koma av trýstinum, sum liðfelagin nú hevur lagt á hann. Longu í næsta svingi koyrdi Alonso av breytini og misti nøkur pláss, og hetta helt hann á við. Hann koyrdi ferð eftir ferð av breytini. Harumframt fór hann í pitt, meðan pitturin var stongdur í sambandi við, at trygdarbilurin kom á breytina. Hetta kostaði eina 10 sekund steðgirevsing. Somu revsing fekk Nico Rosberg fyri at gera tað sama. Felipe Massa var fremri av Ferrari bilunum, men hann gjørdi eina av teimum heldur álvarsligu villunum, tá hann í sambandi við fyrsta pittsteðg sín koyrdi út úr pittinum, meðan reyða ljósið lýsti, í hølunum á honum koyrdi Giancarlo Fisichella, og báðir vóru diskvalifiseraðir fyri hendingina. Robert Kubica, ið var aftanfyri teir, mintist til at steðga. Hetta var bert fá umfør áðrenn hansara óhapp.
Í serflokki
Kimi Räikkönen var einasti maður á Ferrari liðnum, ið fekk bilin á mál. Hann hevði eina ringa byrjan, og varð nógv forstýraður av teimum fýra trygdarbil hendingum, ið als ikki hóskaðu saman við hansara pittætlan. Lewis Hamilton og Nick Heidfeld vóru báðir farnir inn til sínar pittsteðgir, áðrenn Adrian Sutil rakti ein vegg og trygdarbilurin kom á breytina. Hetta gav teimum ein greiðan fyrimun. Men eingin ivi var um, at teir høvdu uppiborið síni góðu úrslit. Serliga Hamilton var í serflokki.