Kubica koyrir ikki á Indianapolis breytini

Í gjár gjørdist greitt, at BMW koyrarin ikki luttekur hetta vikuskiftið, og at 19 ára gamli týskarin Sebastian Vettel koyrur í hansara stað. Robert Kubica slapp við einum keiktum fóti og heilaskjálvta eftir eitt av teimum ógvisligastu óhappunum í formil 1 í fleiri ár. Læknaliðið í formil 1 var samt um, at Kubica var frískur aftur, , men heitti samstundis á hann, um ikki at koyra. Serliga, tí eitt nýtt óhapp so stutt eftir ein heilaskjálvta kundi vera sera vandamikið. Hesa avgerð virdu bæði Kubica og BMW. Hetta verður fyrsta formil 1 koyringin hjá royndarkoyraranum Sebastian Vettel, men fyribils eisini tann síðsta, tí tað tykist eingin ivi at vera um, at Kubica verður aftur á breytini í Fraklandi 1. juli.