Bara nakrar fárar dagar eftir at Fidel Castro formliga fór frá sum kubanskur forseti, hevur landið staðfest tveir ST-sáttmálar um mannarættindi. Politiskir eygleiðarar siga, at Fidel Castro var ímóti teimum báðum sáttmálunum, og tí kann avgerðin hjá eftirmonnum hansara vera eitt tekin um ein annan politikk, siga teir.
Felipe Roque, uttanríkisráðharri, sum skrivaði undir teir báðar sáttmálarnar, segði sambært BBC, at staðfestin hevur einki við valdsskiftið at gera, og at sáttmálarnir staðfesta rættindi, sum kubanar longu hava.
Politiskir eygleiðarar halda kortini ikki, at tilburðurin hevur so lítlan týdning, sum Felipe Roque vil gera hann til. Teir vísa á, at sambært sáttmálunum skal kubanska stýrið virða tali- og skrivifrælsið og rættindini hjá fólki at ferðast. Fleiri eygleiðarar vænta, at Kuba fer at lata sínar politisku fangar leysar um stutta tíð.