Kuba sinnað at tosa við USA um fangabýti

Kubanski forsetin, Raúl Castro, er sinnaður at tosa við komandi amerikanska forsetan um at bøta um viðurskiftini millum londini bæði Bæði USA og Kuba mugu vísa góðan vilja til samstarv, og eitt fangabýti kann kanska vera tað fyrsta stigið.

Tað sigur kubanski forsetin, Raúl Castro, sum er á vitjan í Brasil.

Hann bað amerikonsku myndugleiarnar siga, hvørjar fangar teir vilja hava úr fongslum í Kuba. Teir kunnu sleppa til USA í býti við fimm kubanar, sum eru dømdir fyri njósning í USA, segði Raúl Castro.

Einki samband hevur verið á stjórnarstigi millum USA og Kuba síðani kubansku kollveltingina síðst í fimmtiárunum.