Kuba letur fangar leysar

Myndugleikarnir í Kuba fyrireika seg til at lata 11 politiskar fangar leysar. Teir verða kortini ikki latnir leysur í einum, men teir næstu mánaðirnar. Tað segði leiðarin fyri teirri katólsku kirkjuni í Kuba, kardinalurin Jaime Ortega, í sambandi við nýggjársmessuna.

Seinasta summar gjørdu katólska kirkjan og teir politisku myndugleikarnir í Kuba eina avtalu um 52 politiskar fangar, og nú hava myndugleikarnir so sagt, at teir fyrstu 11 sleppa leysir í næstum.

Fangarnir hava sitið í fongsli síðani 2003, men myndugleikarnir hava verið undir stórum trýsti, síðani ein av fangunum doyði í fjør eftir at hava svøltað seg.

Kubanska stjórnin hevur framt fleiri búskaparligar nýskipanir í seinastuni, og stjórnin hevur eisini gjørt av at siga 500.000 almenn starvsfólk úr starvi.