Á Kuba hava myndugleikarnir sett í verk eina ávísa tilbúgving, eftir at USA hevur sett sær fyri at avmarka útlendsku nøgdirnar av olju til landið.
Fyri at avmarka oljunýtsluna, hevur Kuba sett í verk fýra dagar arbeiðsviku í fyritøkum og virksemi, sum landið varðar av, og skúladagarnir eru styttir.
Endamálið er at avmarka nýtsluna av olju í landinum.
Venesuela var størsti veitari av olju til Kuba, men hetta er broytt, eftir at USA framdi álop á Venesuela og rak forseta landsins, Nicolás Maduro, frá valdinum í januar.
##med2##
Bæði Nicolás Maduro og kona hansara vórðu handtikin á nátt í høvuðsstaðnum í Venesuela - Caracas - og tey eru nú rættarsøkt í USA.
Hetta veit norska kringvarpið - NRK - at siga í morgun.












