KU: Ikki kalla tey lesandi fyri "hann ella hon"

Leiðslan á einari deild hjá Universitetinum í Keypmannahavn heitir á sínar undirvísarar um at umtala tey lesandi við kynsóheftum heitum

Undirvísarar á lista- og mentanarútbúgvingum á Universitetinum í Keypmannahavn skulu gevast at kalla sínar næmingar fyri "hann" og "hon". 

Leiðslan á Institut for Kunst- og Kulturvidenskab heitir nevniliga á undirvísararnar um taka hædd fyri teimum lesandi, sum ikki neyðturviliga síggja seg sum kvinnu ella mann, men heldur okkurt heilt triðja - til dømis kynsleys ella tvørkynd. 

Tí verður mælt til at samskifta við tey lesandi uppá ein kynsnevtralan máta. Hetta hendir í sambandi við, at fleiri undirvísarar hava verið í iva um, hvussu tey skulu umtala summi lesandi, tí tað eru alsamt fleiri, sum ikki kenna seg aftur í sínum lívfrøðiliga kyni.

Trý ráð 

Leiðslan á Institut for Kunst- og Kulturvidenskab er heilt ítøkiliga komin við trimum ráðum til, hvat undirvísararnir kunnu gera fyri at tryggja inklusjónina fyri øll lesandi. Danski miðilin TV2 hevur fingið fatur á hesum ráðunum, sum vórðu send út til undirvísararnar. Ráðini eru hesi: 

  • Send gjarna ein teldupost til tey lesandi áðrenn byrjan til eitt modul, har tú biður tey boða frá, um tey brúka eitt annað kallinavn enn tað, tey eru innskrivað sum. Harvið sleppur tú undan at brúka eitt navn, sum tann lesandi kann kenna seg illa tilpass við.
  • Ikki kalla tey lesandi við kynsheitum sum “damur/gentur ella dreingir”. Við at brúka kynsnevtral heiti ert tú við til at skapa eitt meira savnandi undirvísingarumhvørvi.
  • Brúka heldur navn enn pronomen, tá tú skalt umtala ein lesandi í triðja persóni, um tú ivast í, hvat viðkomandi brúkar. Ver serliga umhugsin, um umtalan er í sambandi við undirvísingina.