Øktur vandi fyri at korona kemur aftur til Føroya

– Tí verður ein serlig korona-deild nú aftur gjørd í einums serligum bygningi, sum verður settur upp beint niðan fyri Landssjúkrahúsið

Landssjúkrahúsið skal nú hava eina serliga korona-deild við tí endamáli at verða tilreiðar at taka ímóti sjúklingum, skuldi smittan aftur farið at gjørt um seg í Føroyum.

Føroyar hava verið korona-fríar í langa tíð,men kortini halda myndugleikarnir, at tað er neyðugt at verða til reiðar, skuldi smittan tikið seg upp aftur. Tí hevur Kaj Leo Holm Johannesen, landsstýrismaður í heilsumálum, nú biðið um at fáa góðar 5,3 milliónir til eina serliga korona-deild.

– Hóast tær flestu deildirnar í sjúkrahúsverkinum mestsum eru farnar aftur í vanliga tilbúgvingarstøðu, verður tað mett at tað er neyðugt at hava eina serliga deild til taks til at hýsa sjúklingum við koronu, skuldi smittan tikið seg upp aftur sigur landsstýrismaðurin.

Hann sigur eisini, at tað verður neyðugt at fáa eina koronudeild burturav, tí tey, sum hava korona, eiga at vera isolerað frá øðrum sjúklingum. Verða tey ikki tað, er vandi fyri, at aðrir sjúklingar verða smittaðir, og tað kann fáa álvarsligar avleiðingar.

Tá ið korona tók seg upp, varð ein koronu-deild skipa inni á sjálvum Landssjúkrahúsinum, men av tí sama hevur tað verið neyðugt at skert nógv annað virksemi. Eitt nú hevur tað bara borið til at avgreiða umleið 20-25 prosent av teimum skurðviðgerðum, sum annars skuldi fremjast.

Men fyri at alt tað vanliga virksemið skal verða nervað sum minst, hóast korona skuldi komið aftur, er ætlanin nú at seta nakrar bráðfeingis lonir upp niðan fyri Landssjúkrahúsið og at gera eina korona-deild í teimum.

Lonirnar verða innrættaðar á serligan hátt, so tær kunnu hýsa sjúklingum við koronu og tær kunnu vera klárar at taka í nýtslu tann 1. september.

Kaj Leo Holm Johannesen sigur frá serfrøðingunum á Landssjúkrahúsinum, at nú nógv fólk aftur kemur til landið, veksur vandin sjálvandi fyri, at korona aftur verður staðfest í Føroyum.

Samstundis eru teir rættiliga vísir í, at smittan kemur aftur í heyst, tá influensa aftur fer at gera um seg. Tað er tí av alstórum týdningi, at tilbúgvingin er til reiðar, sigur landsstýrismaður.

Endamálið er, at korona-deildin skal vera so tætt við intensivu deild sum gjørligt, soleiðis at tað er skjótt at flyta korona-sjúklingar ímillum, tá ið tað er neyðugt.

Útreiðslur at fáa deildina setta upp, eru mettar til 1,7 milliónir og útreiðslurnar til løn og rakstur eru mettar til 3,6 milliónir restina av árinum. Verður tað neyðugt at korona-deildin heldur fram næsta ár, verða útreiðslurnar mettar at verða einar 900.000 krónur um mánaðin.

Í fyrstu atløgu vera fimm sengur á nýggju korona-deildini og brúk verður fyri minst tveimum sjúkrarøktarfrøðingum í vakt allan sólarkringin, umframt einum leiðara. Afturat hesum koma útreiðslur til reingerð og annað.

Verður tørvur á tí, verður pláss fyri fimm sengrum afturat á korona-deildini, so at tað vera 10 seingjarpláss tilsamans, men so verður eisini neyðugt at økja talið á sjúkrarøktarfrøðingum, og øðrum, sigur Kaj Leo Holm Johannesen.