Indisku myndugleikarnir siga seg hava avdúkað, at pakistanar høvdu ábyrgdina av álopinum á eina indiska herstøð í Kaluchak í landspartinum Kashmir týsdagin. Álopið kravdi 34 mannalív og er tað mest blóðuga síðani oktober í fjør.
Indiski verjumálaráðharrin George Fernandes var í gjár og vitjaði herstøðina, og hann legði ikki fingrarnar ímillum.
- Tað er Pakistan, sum hevur ábyrgdina av hesum. Pakistanar venja ungar menn og senda teir higar at fremja yvirgang. Men tað er ikki annað, enn vit kunnu vænta haðani, segði indiski verjumálaráðharrin.
Minst 33.000 fólk hava latið lív, síðani kreppan um Kashmir tók seg upp í 1989. India leggur Pakistan undir at stuðla muslimskum loysingarmonnum, sum halda til í landspartinum. Pakistan hevur víst hesum aftur. Pakistanar siga, at teir taka undir við hugsjónunum hjá loysingarmonnunum, men at loysingarmenninir fáa ikki annan stuðul úr Pakistan.