Øktur áhugi úr Danmark

Danska fótbóltsheimasíðan, bold.dk, skrivar, at í løtuni er stórur danskur áhugi fyri føroyskum spælarum

Heimasíðan hevur prátað við Jákup í Stórustovu, umboðsmann, og hesin sigur, at áhugin er stórur í løtuni. Og at talan er um feløg úr bæði donsku 1. deild og SAS-liguni. Hvussu ítøkiligar fyrispurningar talan er um, kann tó bert tíðin vísa, sigur Jákup leikaraumboðsmaður.