Øktur áhugi fyri Íslandi

Fíggjarkreppa og øskuskýggj hava ført til nógv øktan áhuga fyri Íslandi, og tað merkir íslendska ferðavinnan. 2011 verður helst besta árið nakrantíð, verður mett. Norska blaðið VG viðger Ísland í blaðgrein í blaðnum í dag. Teir hava tosað við norðmann, ið hevur búð í Íslandi í 12 ár og hevur egið ferðavinnuvirki í Íslandi.

Takkað verið stóru kreppunnum, ið hava rakt landið, hava fólk fingið eyguni upp fyri Íslandi. Landið er javnan í tíðindasendingunum kring allan heim, sigur Jan Erik Frederiksen við VG.

Saman við kappingarneytunum upplivir hann metstóran áhuga frá Noreg og frá øllum heiminum. Og tað er eisini galdandi fyri flogfeløgini.

Summarið 2011 verður tað besta frá Noregi nakrantíð. Vit uppliva munandi øking í ferðafólkatali til Íslands alt árið, sigur marknaðarleiðarin fyri Icelandair í Norðanlondum, Johann Benediktsson, við VG.

Bæði Icelandair og SAS hava latið fleiri fráferðir upp frá Noregi fyri at nøkta økta tørvin. Icelandair byrjaði flúgving upp á Ísland frá Tromdheim, umframt ruturnar frá Oslo, Stavanger og Bergen.

Ferðahugurin er so stórur, at ferðavinnufeløgini hava trupulleikar við at avgreiða allar fyrispurningarnar, skrivar norska dagblaðið, VG.