Um tú sum útlendingur umhugsar at keypa eini hús í Føroyum, er eingin lóggáva, sum forðar tær í at gera tað. Útlendingar kunnu nevniliga keypa hús í Føroyum á jøvnum føti við føroyingar. Rættindi yvir fasta ogn skulu tinglýsast, og tinglýsingarlógin fyriheldur seg til nøkur formell krøv, har mann ikki uppá nakran máta ger mun á, hvaðani fólk koma.
Hvørki Skyn ella Betri Heim hava nakrantíð fingið so nógvar fyrispurningar frá áhugaðum útlendingum sum seinastu tvey árini.
- Fólk ringja, skriva og koma framvið fyri at spyrja um møguleikar at keypa sær summarhús í Føroyum, og tey eru serliga áhugað í, hvussu tað fyriheldur seg reint løgfrøðiliga. Vit hava selt fleiri ognir til útlendingar, og hesi seinastu fýra árini hava vit havt ein vøkstur upp á meira enn 100 prosent, sigur Petur Mohr Niclasen, stjóri í Skyn, og júst tann sama tendensin uppliva tey eisini í Betri Heimi.
Les eisini: - Vit mugu vera ansin
Les eisini: Einki forðar einum oljusheiki at keypa Sandoynna
Les meira um hetta í Sosialinum.
Blaðið kann keypast í talgildari útgávu á www.sos.fo










