Vinna
Sørvági:Tað er nógv óg fjølbroytt virksemi á havnarlagnum í Sørvági. Eftir eitt deydligt tíðarskeið síðan kreppuna fyri 10 árum síðan, er rættiligt lív komið í aftur.
Tað var tann tíð, tá Sørvágur var millum tey fremru vinnuplássini í landinum. Men seinnu árini hevur verið í so linligt, heldur borgarstjóin í Sørvági, Eivin Jacobsen. Men nú fer at líkjast aftur, fegnast hann um.
Virksemið hevur verið ov einstáttað á havnarlagnum, heldur hann. Tað hevur verið flakavirkið. Og tá einki arbeiði var har, so var deytt.
Nú er alt øðrvísi. Er ikki arbeiði á flakavirkinum, so er tað laksurin. Síðani er landingarmiðstøðin, og nú kemur ísvirkið í gongd aftur. Eisini eru tænastuvinnur so sum smiðja og handil. Umframt reiðaríið hjá Vesturvón, sum støðugt veksur. So alt í alt sær bara væl út í løtuni, heldur Eivin Jacobsen.
Nógv fólk
Tað arbeiða nógv fólk á havnarlagnum í Sørvági. Bara fiskavirkini munnu hava reiðiliga hálvthundrað fólk til abeiðis hvønn dag, metir borgrstjórin. Soleiðis helvt um helt á laksavirkinum hjá Sørvágs Laksi og á saltfiskavirkinum hjá P/F Maru. So er tað fiskamóttøkan hjá Vinjardi Joensen, sum ætlandi fer at lata upp í nýggjum hølum fyrsta dagin. Har munnu fara at arbeiða eini fimm - seks fólk, metir hann.
Eisini eru smiðjan hjá Tavsen og handilsvirkið hjá Niclasen. Umframt egningarskúrarnir. Oljugoymsla er eisini, og har koma tangabilarnir at fylla á. So alt í alt er bara heilt fitt av lívi á havnarlagnum í Sørvági.
Men tað krevur eisini nakað av kommununi, sigur Eivin Jacobsen. Umstøðurnr skulu alla tíðina vera at byggja nakað virksemi á.
Dekki á bryggjuni er ikki allastaðni í nóg góðum standi, og tað má hjálpast uppá. Serliga ytri partur krevur ábøtur heilt skjótt. Um tað verður stoypt ella asfalterað, er ikki endaliga avgjørt enn, sigur borgarstjórin.
Heimari á havnalagnum, heimi við laksavirkið, er tó bøtt um. Har er dekkið stoypt, eins og træbrúgvin eisini er umvæld.
Útróðurin
Útróðurin er vaksin munandi í Sørvági í seinastuni, og fleiri og fleiri hava biðið um egningarpláss.
?Tað var soleiðis, greiðir Eivin Jacobsen frá, at menn bóðu um loyvi at seta skúrar á sjálva byrggjuna. Men tað vildi bygdarráðið ikki. So okkurt annað mátti fáast til vega í staðin. Tað ber jú ikki bara til at nokta og einki eiga at bjóða ístaðin fyri, heldur hann.
Sørvágs Kommuna fór tí undir at seta tann heimara skúrin, sum teir siga, so frægt í stand, at verast kundi í honum, og har hevur so verið egnt í vetur. Hetta er tó ikki nøkur varandi loysn, og arbeitt verður eisini við øðrum møguleikum, sigur Eivin Jacobsen.
Hann greiðir frá, at ætlanir eru um at byggja nýggjar egningarskúrar. Men tað verður kortini ikki í hesum áirnum, at pengar verða til tað, sigur hann. Eingin endalig avger er tikin um hvat og hvussu, men hugt er at ymsum møguleikum. Og eitt, sum teimum dámar væl, sigur Eivin Jacobsen, er tað, teir hava gjørt í Skopun. Har eru sera snøggir og arbeiðsligir egningarskúrar gjørdir omanvert bryggjuna. So hvør veit um ikki okkurt, sum fer at líkjast væl tí, verður at síggja í Sørvági um ikki so langa tíð, heldur hann.
Heilt við skerdan lut hava útróðrarbátarnir kortini ikki verið í Sørvági í ár. Til dømis hevur kommunan sett ein nýggjan krana á bryggjukantin, har bátarnir plaga at leggja upp, tá teir koma aftur av útróðri.