Tá foreldur settu seg at innskriva børn síni í skúlarnar í Tórshavnar kommunu, vóru nøkur, sum varnaðust, at alt var ikki heilt í lagi við talgildu innskrivingini.
Fólk, við kunnleika til KT og KT-trygd ógvaðust við, tá tey varnaðust, at persónsupplýsingarnar, sum tey sendu kommununi, vórðu send óbronglaði.
Millum persónsupplýsingarnar, sum kommunan bað um, vóru millum annað p-talið hjá foreldrunum
Tá viðkvæmar upplýsingar skulu sendast á netinum, verður mælt til, og í summum førum kravt, at hesar upplýsingar skulu bronglast ella krypterast, sum tað eitur á donskum. Tað merkir, at upplýsingarnar verða umskrivaðir til eina kodu, sum bara móttakarin megnar at lesa.
At ein síða sendir upplýsingarnar bronglaðar sæst lættast við at hyggja í adressufeltið á heimasíðuni. Vanliga stendur www.... men um síðan er trygg og upplýsingarnar bronglaðar skal standa https://www.....
Ein pápi, sum Miðlahúsið hevur tosað við, greiðir soleiðis frá muninum:
- Tað svarar til, at eg skal skriva til tín. Eg havi tá tveir møguleikar. Vanliga vildi eg skriva eitt bræv, koyrt brævið í ein brævbjálva, og sent tað. Á hendan hátt veit eg, at tað bara eru tú og eg, sum kenna til tað, sum stendur í brævinum. Eingin annar hevur sæð brævið. Hin møguleikin er at senda tær eitt postkort. Vansin við tí er sjálvandi, at tá kunnu øll, sum halda í postkortinum, lesa tað, sum eg skrivi. Í hesum førinum biður Tórshavnar kommuna okkum senda okkara p-tal á einum postkortið, sigur hann.
Tá ein heimasíða ikki brúkar HTTPS merkir tað, at alt verður sent við opnum teksti ímillum teg og servarin. Tað ger tað gjørligt hjá einum og hvørjum at síggja alt, sum verður sent ímillum tína teldu og servaran hjá tórshavn.fo. Og hóast tað ikki er nógv útbreitt í Føroyum, so ber til at misbrúka samleikan hjá øðrum, um tú kennir teirra p-tal. Tað finnast eisini túsundtals virus, sum automatiskt heinta slíkar upplýsingar og senda víðari til teldusníkar, greiða teldukøn okkum frá.
P-talið er ikki mett at vera ein sonevnd viðkvom persónsupplýsing, men kortini verður føroyska trygdarkunngerðin tulkað soleiðis, at p-talið, eins og aðrar viðkvæmar upplýsingar, skulu bronglast. Tað varð so ikki gjørt í hesum føri.
Hetta er tó ikki einans galdandi fyri Tórshavnar kommunu – aðrar kommunur í landinum bóðu eisini foreldrini senda p-talið á ótryggan hátt.
Her er svarið frá Dátueftirlitinum
Her er viðmerkingin frá Tórshavnar kommunu