KT-Trygd á Hotel Føroyum

Mánadagin 22. oktober var kunningarfundur á Hotel Føroyum, sum TK Stovan skipaði fyri. Hesin fundur varð kallaður KT-TRYGD, og var um, hvussu virkir kunnu tryggja seg ímóti telduvirus og teldusníkum

 

Kunningarfundur


TK Stovan skipaði mánadagin fyri kunningarfundi á Hotel Føroyum. Ein kunningarfundur er eitt millumting millum skeið og fyrilestrar. Hesin fundur var mest ætlaður virkjum og stovnum fyri at upplýsa tey um, hvussu tey á bestan hátt kunnu varða seg móti telduvirus og teldusníkum.

Seks fyrilestrahaldarar tosaðu um trygd. Jónsvein Joensen, ið er útbúgvin cand. merc. dat. og dagliga starvast hjá Faroesoft, Jóhan Martin Jacobsen, KT-grannskoðari í grannskoðaravirkinum Rasmussen & Weihe, Jógvan Elias Winther Poulsen, advokat fulltrúi og Kjartan Dalsgaard frá Tryggingarfelagnum Føroyar.

Síðani vóru eisini tvey umboð fyri tvey virki, Niels Kristian Nolsøe frá Elektron og Olaf Enemoto frá Farodane.

Nomið varð millum annað við ymisk vandamál, lógfrøðilig sjónvarmið í sambandi við KT-trygd, vágar, sum eru í mun til valda KT-trygd og so framvegis.

Skeiðið vardi bert henda eina seinnpartin, men undirtøkan sera góð. Umleið 110 luttakarar vóru við.