Allir myndugleikar mugu hava ein KT-politikk. Og neyðugt er at myndugleikarnir í Føroyum hava betri fyrilit fyri skjalasøvnum sínum.
Hetta stendur at lesa í nýggjari frágreiðing hjá Landsskjalasavnsins um eftirlit og ráðgeving á journal- og skjalasavnsøkinum hjá almennum myndugleikum fyri tíðarskeiðið 2005-2010.
Endamálið við hesi frágreiðingini er at geva innlit í støðuna viðvíkjandi journal- og skjalasavni hjá almennu myndugleikunum. Ynskið er somuleiðis at koma við tilráðingum og møguligum spurningum til ætlanir innan hetta økið.
Í frágreiðingini verða givin ymisk tilmæli til myndugleikarnar, soleiðis at hesir hava betri fyrilit fyri skjalasøvnum sínum, millum annað við at hava ein KT-politikk, sum raðfestir varðveiting og hevur fastar mannagongdir fyri talgildum samskifti.
- Størri orka og meiri peningur eigur haraftrat at verða settur av til at skipa og varðveita skjøl í almennu fyrisitingini/umsitingini, tí ein vandi er fyri, at talgild savnindi møguliga ikki verða tøk í framtíðini, verður tikin í størri álvara av miðfyrisiting og politiska valdinum, verður sagt.
Alt er sjálvandi ein spurningur um játtan, og tí verður at enda mælt til at meiri peningur verður settur av itl íløgur og rakstur av KT-varðveiting í Føroyum.