Økt seismiskt virksemi á landgrunninum

- Seismikkur órógvar fiskiskapin nógv, umframt at skip longu eru nógv avmarkaði av stongdum leiðum og avmarkaðum fiskidøgum Triðja útbjóðingarumfar fyri oljuleiting á landgrunninum verður fyrireikað í hesum døgum. Í hesum sambandi hevur Jarðfeingið havt alla vinnuna til fundar, har tosað hevur verið um nýggju økini, sum nú skulu bjóðast út.

Á aðalfundi hjá Føroya Skipara-og Navigatørfelag vísti formaðurin, Eyðstein Djurhuus á, at stór øki bæði eystanfyri og sunnanfyri Føroyar eru við í hesi útbjóðing, og onkustaðni røkka økini inn um 12 fjórðingamarkið.

- Seismikkur órógvar fiskiskapin nógv. Haraftrat skal havast í huga, at skipini longu eru nógv avmarkaði við stongdum leiðum og avmarkaðum fiskidøgum.

Formaðurin vísti á, at Jarðfeingið hevur játtað at leggja seismiskt virksemi soleiðis til rættis, at tað órógvar fiskiskapin sum minst, og eisini hevur stovnurin lovað, at vinnan skal hoyrast, áðrenn loyvi verða givin at skjóta seismikk.

- Umboðini fyri Føroya Reiðarafelag og Vinnuhúsið tóku væl undir við sjónarmiðunum hjá FSN, og tað takka vit teimum fyri, segði Eyðstein Djurhuus á aðalfundinum.