Í gjár kom ein sendinevnd við russiska handilsattache’num í Keypmannahavn, Viacheslav G. Grushetskiy, á odda til Føroya. Við í sendinevndini er eisini ein serfrøðingur, Dmitry Kunakov og umboð fyri fýra fiskivinnufyritøkur í Murmansk.
Skráin fyri dagin í dag er útferð nú seinnapartin inn í Eysturoynna og til Klaksvíkar, har farið verður umborð á nýggju Norðborg. Eisini verður vitjað á Havsbrún í Fuglafirði.
Vitjað verður eisini á Langasandi, har umboð fyri Tórshavnar havn taka ímóti, og leiðin verður eisini løgd framvið Skála, har borgarstjórin og umboð fyri Runavíkar havn taka ímóti.
Fyrrapartin í morgin verður fundur á Parnassinum á Hotel Hafnia, har russisku umboðini fara at greiða frá, hvat riggar væl í samstarvinum millum vinnuligar fyritøkur í báðum londunum, og hvar ábøtur krevjast.
Handils sendimaðurin og serfrøðingurin fara avstað aftur seinnapartin í morgin, meðan umboðini fyri vinnuna fara avstað aftur í morgin og ovurmorgin.
Ferðin er komin í lag eftir at Jóhan Dahl hitti sendimannin í Keypmannahavn fyri nøkrum mánaðum síðani. Hugsanin er at fáa russisk vinnulívsfólk til Føroya og vísa teimum, hvat føroyskar fyritøkur kunnu bjóða.
Ferðin hevur verið fyrireikað í langa tíð, og samband hevur verið millum russiska sendimannin og vinnumálaráðið. Nógv hevur eisini verið tosað um, hvussu samstarvið kann mennast landanna millum.
Olja úr Russlandi
Russiski sendimaðurin fegnaðist um at hendan ferðin var fingin í lag, og nú altjóða fíggjarkreppa herjar, er vegurin fram samstarv millum lond.
Hann segði, at gamla sovjettíðin er farin, tá landið blandaði seg upp í avtalur millum fyritøkur.
Eisini Jacob Vestergaard, fiskimálaráðharri, var boðin við á tíðindafundin í morgun, og hann treiv stutt í áralanga samstarvið innan fiskiveiðiøkið millum londini bæði. Eisini hann fegnaðist um hetta stigið, sum nú er tikið, so samstarvið kann víðkast til onnur øki enn bert fiskivinnuna.
Hann vónaði, agt hendan ferðin kann verða til frama fyri tað framman undan góða samstarvið, sum er millum londini.
Jóhan Dahl, vinnumálaráðharri, nevndi alivinnuna sum ein møguleika at menna eitt samstarv, og hann vikldi nýta hetta høvið at kunna um samstarvsmøguleikarnar.
Nevnt var eitt møguligt granskingarsamstarv, har Havstovan er ein týðandi partur, og eisini Vinnuhúsið hevur ein týðandi leiklut í einum øktum samstarvi.
Ein annar møguleiki, sum vinnumálaráðharrin nevndi, er møguleikin fyri at flyta inn olju úr Russlandi. Fæst ein góð avtala á økinum, og eru oljufeløgini áhugað, er hetta avgjørt ein áhugaverdur møguleiki, metti Jóhan Dahl.
Stórur marknaður
Vit vilja fyrst og fremst menna samvinnu og vinnuligt samstarv millum føroyskar og russiskar fyritøkur, og hendan vitjanin er ein liður í hesum royndunum, sigur Jóhan Dahl.
Meðan ferðalagið er í Føroyum fær tað høvið at hitta umboð fyri føroyskar vinnufyritøkur, ið hava hug at byrja samvinnu við russiskar fyritøkur ella styrkja og menna samstarv, ið longu er. Gestirnir skulu eisini hava fund við Føroya Arbeiðsgevarafelag, og sum nevnt verður vitjað í havnum, har samvinna longu er við russar.
Einki er so gott og mennandi fyri handilssambond sum persónligar kontaktir og kennskapur. Kennir tú samstarvsfelaga tín, kann nógv spyrjast burtur úr samvinnuni. Slíkar kontaktir hava føroyskar fyritøkur høvi at fáa nú, sigur Jóhan Dahl, vinnumálaráðharri.
Hann leggur eisini dent á Russland sum útflutningsmarknað.
Vakstrarmøguleikarnir eru ófatiliga stórir, tí í Russlandi búgva næstan 150 milliónir fólk. Har er nógv at fara eftir hjá dugnaligum fyritøkum. Lykilin er at finna góðar samstarvsfelagar, sigur Jóhan Dahl, landsstýrismaður í vinnumálum.