KT og náttúruvísindi á Fróðskaparsetrinum

TÍÐINDASKRIV: Í summar verður tikið upp til tríggjar bachelor útbúgvingar á Náttúruvísindadeildini á Fróðskaparsetrinum: Jarð- og havfrøði, KT-verkfrøði og lívfrøði.

Jarð- og havfrøði
Tríggir høvuðsprofilar eru av útbúgvingini. Tú kanst vekta jarð- og havpartin javnt, ella leggja dent á annan av hesum og taka veðurlag ella umhvørvi aftrat sum ein part.
 
Í jarðvísindaliga partinum verður m.a. lært um, hvussu jørðin er vorðin til og hvussu hon á ymiskan hátt er broytt ígjøgnum milliardir av árum. Lært verður eisini um, hvussu ráevni verða til í undirgrundini, hvussu leitað verður eftir teimum og hvussu tey verða útvunnin.
 
Í havvísindaliga partinum verður m.a. lært um eginleikar og tilgongdir, sum stýra streymi, sjóvarfalli og aldu. Lært verður um m.a. týdningin, sum havið hevur fyri veðurlag og veðurlagsbroytingar, og um hvussu grøn orka kann vinnast úr streymi og aldu. Komið verður eisini inn á avbjóðingarnar, sum alda og streymur hava fyri ymiska vinnu á sjónum.

KT-verkfrøði?Hevur tú áhuga fyri at arbeiða við KT-loysnum og nýggjum vinnumøguleikum, so er bachelor í KT-verkfrøði (software engineering) rætta útbúgvingin fyri teg.

Útbúgvingin verður bjóðað í heilt nýggjum sniði í 2010. Nú kunnu øll, sum hava miðnámsprógv við B-stigi í støddfrøði sleppa inn at lesa KT-verkfrøði. Ongi krøv eru um alis- og evnafrøði. Útbúgvingin er skipað við m.a. støði í altjóða tilmæli um innihald í slíkari útbúgving (Software Engineering 2004, ACM/IEEE Computer Society).

Í útbúgvingini verður dentur lagdur á software menning innan tekniskar, fyrisitingarligar og handilsligar telduskipanir. Um áhugi er fyri tí ber eisini til í ávísan mun at skipa ein part av útbúgvingini við skeiðum frá øðrum universitetum. T.d. ber til at velja sær skeið frá Mittuniversitetet í Svøríki, sum hevur hollar royndir við fjarlestri.

Stórur tørvur er á KT-verkfrøðingum. Vinnan og almennir stovnar mangla KT-verkfrøðingar til verkætlanarleiðslu og menningarætlanir, forritan, gransking og dataviðgerð. KT-verkfrøðingar hava týðandi vitan innan kjarnuvirksemið hjá KT-, fjarskiftis- og orkuveitarum.

Lívfrøði
Hevur tú áhuga fyri spurningum um t.d. hvussu lívið varð til, hvussu tað broytist, hvussu arvurin stýrir útsjónd og evnum hjá livandi verum, og hvussu tær laga seg til umhvørvið, so er bachelor í lívfrøði ein áhugaverd útbúgving fyri teg.
 
Útbúgvingin gevur eina breiða vitan um lívfrøði. Lært verur um, hvussu livandi verur eru uppbygdar og hvussu tær fungera. Tú lærir um tilgongdir og menning á øllum lívsstigum, heilt frá DNA til ta fullskaptu veruna. Lært verur um djóra- og plantuheimin bæði í sjógvi og á landi.

Føroyar liggja fjarskotnar, og tað hevur á ymiskan hátt sett sín sermerkta dám á djóralív og plantulív okkara. Av somu orsøkum er altjóða áhugi fyri at gera genetiskar kanningar av føroyska fólkinum, tá ræður um at finna orsøkir til ávísar sjúkutilburðir.