Hóast støðuna sum oddalið, so hevur verjuspælið hjá AaB ikki verið serliga sannførandi.
Og tað hevur fingið felagið at leita sær eftir styrki til verjupartin. Nú verður roknað við, at AaB fer at keypa Brian Priske leysan úr belgiska Club Brügge. Samstundis verður ikki roknað við, at amerikumaðurin, Danny Califf, fær sín sáttmála longdan.
Einki er tó, sum bendir á, at Jón Rói Jacobsen er ávegis úr felagnum.