- Persónliga haldi eg, at Eysturoyartunnilin sum tunnilsverkætlan er sera spennandi. Annars havi eg altíð hildið, at Eysturoyartunnilin bert skuldi verið millum Sund og Strendur.
Tað sigur Sonni á Horni, borgarstjóri í Fuglafjarðar kommunu.
Spurdur, hví hann heldur, at tunnilin bert skuldi komið upp á Strondum, sigur hann, at hetta hevði verið tað fíggjarliga skilabesta við verkætlanini.
- So kundi tann peningur, sum tað kostar at byggja rundkoyring og taka tunnilin upp í Saltnesi eisini, verið brúktur aðrastaðni í samfelagnum.
Borgarstjórin í Fuglafjarðar kommunu væntar, at Eysturoyartunnilin fer at føra til økta kapping millum Tórshavn og Klaksvík.
- Eg vænti, at sum tíðin gongur, fara bara matvøruhandlar at vera eftir í Runavíkarøkinum, tí aðrir handlar og tænastur hugsandi verða fluttar til Havnar.
Sonni á Horni væntar, at fleiri fara at búseta seg í nærliggjandi økjunum við Skálafjørðin, tá tunnilin verður nýggjur, men hann væntar, at hetta fer at javna seg út, sum tíðin gongur.
Fyrsta skotið fyri Eysturoyartunlinum verður latið av týsdagin, 21. februar klokkan 14.