KT gjógvin

Ein heldur undarlig yvirskift í ikki gevur brá av nøkrum góðum, men heldur ein útsøgn um hvørjar avbjóðingar vit hava fyri framman

KT Pisa

Vit mugu gera okkum greitt, hvat vit sum samfelag ynskja, at føroyski fólkaskúlanæmingurin skal læra um teldur og teldutøkni og hvørjar førleikar lærarin eigur at hava, fyri at røkka hesum máli?

 

Tað verður sagt av mongum, at næmingarnir eru oftani betur fyri enn lærararnir viðvíkjandi teldum. Men er tað satt og hví halda vit tað? Hugsar man seg meira ein tvær ferðir um, kemur man skjótt eftir, at næmingarnir eru óførir at "klikkja" seg fram til at dagføra antivirus ella seta upp eitt tráðleyst net og øll jubla og siga hvussu røsk tey eru. Og hvat so? Hetta er einki genialt, heldur ikki eftir at eg sjálvur havi sæð “laboratoriidúgvur” klikkja runt í Windows. Kunsturin hjá okkum er at síggja telduna sum eitt sera sterkt amboð til at vera produktiv, uppfinnsom og avgerðartakandi.

 

Fyri at siga tað stutt og einfalt so skal lærarin fáa allar næmingarnar skúlaðar til “monopol Microsoft” soleiðis at teir hava hollar royndir í at lesa, skriva og rokna við teldu. Minst til at somu trý grundprinsippir eru eisini galdandi fyri næmingar í londum sum onga teldu og internet hava. Meira hokus pokus er ikki í hesum málinum.

 

Sjálvandi skulu løtur vera til eisini at stuttleika sær í og alt gott um tað.

 

Kostfibur

Tað er at ov lætt og smart at siga “fibur í hvørt hús”, soleiðis sum seinasta Løgmansfrágreiðingin til løgtingið og visjónsbólkurin legði upp til og sum KT-felagið bevístleyst tók undir við. Hví grava niður fiburtøkni sum kostar fleiri kongaríkir og sum er á veg út, tá ið seinasta húsið í Føroyum hevur fingið tað lagt inn? Hví ikki útnytta verandi tøkni fult út saman við kaðalunum sum SEV longu hevur lagt til hvørt hús? Fakta er, at brúkarin vil hava mobilietet og háferð. Sølan av støðuteldum fellur og farteldur við tráleysum neti vinna. Fastnet telefonir minka og fartelefonirnar vinna fram. Alt hetta gevur eina kraftiga ábending um, at KT undirstøðu kjakið í Føroyum er ov illa gjøgnumhugsað strategiskt. Fibur ímorgin og tráleyst í næstu viku. Valið er frítt.

 

Alment KT

Tað er oftani ein trist tilvera at vera løgtingsgrannskoðari, serliga tá ið ein endurtekur seg sjálvan ár eftir ár. Her verður serliga hugsa um teir minni politiskt løddu grannskoðaraviðmerkingarnar, sum man hevur viðvíkjandi almennum KT og hvussu tað verður gagnnýtt við skattgjaldarans peningi. KT hjá tí almenna fer ongantíð at fáa tað flogið sum skal til, so leingi sum landsstýrismenninir skulu vera trekhestar í hesum málinum. Veruleikin er at strategiskt funktionelt KT er landsstýrimanna ábyrgd meðan aðalstjórarnir eru veika liðið, sum ongantíð finnur út av at tosa saman og samskipa hetta alstóra kompleksa økið. Kongadømini hava so høgar veggir, at mannamál ikki hoyrist upp um teir.

 

Omma og Messanger

Stóru eftirbátarnir í einum samfelag sum rátt tekur til sín nýggjastu tøknina eru tey eldru og tey sum ikki hava ráð. Gjógvin veksur alsamt og vánirnar versna fyri hvønn dag sum gongur. Tí á hesum økinum gongur tað við miklari ferð og non stop. Nýggju ættarliðini sum vaksa upp á hesum døgum eru av tí slagið, sum heldur vinskap viðlíka heimin runt við hjálp av nýggjastu tøkni. Ein tøkni sum er fremmand fyri teimum sum ikki eru við ella ikki kunnu vera við.

 

Jú kanska fibur inn í hvørt eldrasambýli og KT uppskúling av teimum hevði verið eitt frambrot sum heimurin ikki

fyrr hevði sæð.