Økt ferðsla í undirsjóvartunlunum fyrra hálvár 2008

Ferðslan økist skjótari í Norðoyartunnlinum enn Vágatunnlinum. Nýggjastu ferðsluhagtølini frá Vágatunlinum og Norðoyatunlinum vísa, at ferðslan er støðugt vaksandi.

Fyrstu seks mánaðirnar í ár koyrdu íalt 279.656 bilar gjøgnum Vágatunnilin. Hetta er ein vøkstur á 6,1 prosent í mun til sama tíðarskeið í fjør.

Fyri Norðoyatunnilin eru tilsvarandi tøl 340.447 bilar, sum koyrdu gjøgnum tunnilin. Hetta svarar til ein vøkstur á 8,9 prosent, skrivar tunnil.fo