Økt ferðafólkatal

Alt fleiri fólk ferðast við flogfari, vísa tølini hjá Maersk Air. Men talan er um uttanríkisferðsluna, tá tosað verður um øking

 

Flogferðsla

Maersk Air hevði eina øking í samlaða ferðafókatalinum í fjør. Men tað var bara uttanríkisflúgvingin, sum gav vøkstur.

Innanríkisflúgvingin í Danmark er minkað munandi, síðan brúgvin um Stóra Belti varð tikin í brúk. So munandi, at Maersk Air hevur lagt rutur niður. Í løtuni verður bara flogið millum Kastrup og Billund og Kastrup og Rønne.

Hinvegin veksur ferðafókatalið á uttanríkisrutunum og á leiguferðunum hjá felagnum.

Tølini frá roknskapinum fyri ár 2000 vísa, at á leiguferðunum hjá Maersk Air vaks ferðafólkatalið úr 797.000 ferðafólkum í 1999 til 832.000 í fjør.

Sama mynstrið er á regluligu uttanríkisrutunum. Í 1999 var ferðafókatalið 854.000, meðan tað í ár 2000 var 952.000.

Viðmerkt varð, at í fjør lat felagið upp ikki færri enn seks nýggjar uttanríkisrutur, sum sjálvandi eiga part í vøkstrinum.

Eisini á Føroyarutuni hevði Maersk Air ein rættiliga markantan vøkstur í ferðafólkatalinum í fjør. Í mun til 1999 ferðaðust 9.500 fólk fleiri við Maersk Air millum Føroyar og Danmark.

Tað er næstan allur tann samalaði vøskturin á rutuni, siga teir hjá Maersk Air.