Jákup av Skarði
---
Dagførdur fólkaskúli krevur dagførdar lærarar og dagførd amboð. Men tað krevur ávísa játtan - fíggjarliga og hugsjónarliga - at flyta fólkaskúlan so hvørt nýtt skúlaár byrjar.
Herfyri var rødd frammi um teldlar í fólkaskúlanum og onkunsvegna tykti mær, at boðskapurin var, at einki gott kundi spyrjast burturúr, at næmingar nýttu hetta kt-amboð í skúlanum - og slett ikki um næmingarnir skuldu taka tað heim við sær.
Tí hugsi eg, at eg eigi at taka orðið - tí eg eri formaður í KT-varðafelagnum. KT-varðafelagið er undirfelag til Føroya Lærarafelag og umboðað vit arbeiðsøkið hjá 35 kt-vørðum í fólkaskúlanum.
Limir okkara hava sera spennandi arbeiðsøki, tí øllum kunnugt broytist og mennist kt í rúkandi ferð. Samtundis hava vit avbjóðandi øki, tí ivamálini og spurningarnir rúgva nógv í skúladegnum.
Ivamálið í hesum føri, varð borið fram í Kringvarpinum og fevndi um teldlar. Fyri mær tykti tað alt ov avgjørt, og tað eg serliga fekk burturúr sendingini var, at børnini hugsaðu ikki og at alt gekk ov skjótt. Eg eri ikki samdur!
Fyri mær er teldilin sera hent amboð at sláa upp ymsar upplýsingar. iPad'urin - eins væl og Fujitsu-teldilin eg kenni - hava tað til felag, at eg skal ikki bíða "leingi" eftir at sleppa út at leita og reika. Tað er bara "eitt-tvey-trý", so eri eg á netinum og kann t.d. sláa upp í snar.fo, finna mær svarilistan til Skygni, týða onkur orð, nýta FirstClass ella lesa nýggjastu tíðindini. Hetta var bert eitt dism av øllum møguleikunum, men samstundis ein ávísing til at tað hevur týdning at arbeiða her og nú.
Eg haldi teldlar eiga at sleppa inn um skúlans gátt - í tann mun teir fella nátúrligt. Hetta er tað sama við øllum øðrum amboðum: Blýantur, pensil, hoppiband, roknimaskina, stokkar...
Eg haldi ikki at talan er um at hetta amboðið kemur í staðin fyri teldur, men tað er júst tí vit skulu hava nógv og ymisk amboð tøk - næmingarnir eru ymiskir, avbjóðingarnar ymiskar og harvið verða úrslitini eisini fjølbroytt.