Stóru KT-deplarnir í Írlandi, sum eitt nú Google, Facebook og Microsoft eiga, brúka nú meira streym enn húsarhaldini í býunum.
Í fjør fóru 21 prosent av streymnýtsluni í Írlandi til tøknideplarnar. 18 prosent av steyminum varð brúktur í stóru býunum. 10 prosent av streyminum varð brúktur í smærru økjunum kring landið.
Tað skrivar The Irish Times.
Írlandi er væl umtókt land hjá stórum altjóða fyritøkum, tí partafelagsskatturin er lágur og lagaligur. Eitt nú liggja fleiri stórar KT-deplar í Írlandi – eitt nú sonevndu cloud-tænasturnar, har digitalar upplýsingar verða goymdar. Sambært Bitpower 82 vóru 82 KT-deplar í Írlandi í fjør.
Stóra streymnýtslan hjá KT-deplunum fer til at halda servarar koyrandi og at køla teir.
Google boðaði herfyri frá, at felagið fær trupult við at røkka málinum um at vera veðurlagsneutralt í 2030. Ein orsøk er stóra streymnýtslan í tøknideplum.