Flogferðsla
Stjórin í Maersk Air, Ole Dietz, var nøgdur við árið, sum farið er. Roknskapurin vísir eitt avlop upp á 147 milliónir krónur, sum eru 35 milliónir fleiri enn árið fyri. Hetta segði hann, tá hann almannakunngjørdi roknskapin hjá felagnum á Hotel Hafnia týsmorgunin.
Eisini hevur felagið hækkað eginognina um ikki samsvarandi, so út í móti yvirskotinum. Okkurt skuldi jú eisini vera til eigararnar, sum stjórin tók til.
Eginognin vaks í fjør úr 1.113 milliónum krónur upp í 1.234 miliónir krónur. Samstundis er soliditeturin eisini batnaður. Hann var í 1999 20%, meðan hann í 2000 roknskapinum er 23%.
Ole Dietz vísti á, at talan er um reel tøl. Einki við at broyta roknskaparhátt ella nakað tílíkt. Sami háttur sum í 1999 var nýttur í fjør, segði hann.
Ein av vinnugreinunum hjá Maersk Air hevur í mong ár verið tyrlutænastan. Men hon varð niðurløgd, og tað var eisini orsøkin til at talið á starvsfólkum hjá felagnum lækkaði nakað í fjør.
Ole Ditez, stjóri, segði, tá hann legði roknskapin fram, at ein týðandi partur av yvirskotinum hjá Maersk Air í fjør, kom av sølu av flogførum.
Maersk Air hevur tann politikk, at felagið vil hava so ungan og nútímans flota sum gjørligt. Tí hevur felagið heldur ikki flogførni meira ein eini fýra-fimm ár í meðal. Summi styttri.
Ole Dietz segði, at um ársskiftið komandi, fer Maersk Air bara at hava jet flogfør í flotanum. Tá vera øll Fokker propelflogførini seld.
Felagið strembar eftir at hava tey nýggjastu flogførini alla tíðina. Tað vil siga, at tey størru flogførini verða Boeing 737-700. Tað gevur tó ein trupulleika á Føroyarutuni, tí ikki ber til at lasta hesi flogførini optimalt, tá flogið verður hendanveg. Tí verða framvegis nøkur Boeing 737-500 ella Boeing 737-600 í flotanum, um føroyingar ikki leingja flogvøllin, segði Ole Dietz.
Í ársfrágreiðingini sigur leiðslan í Maersk Air um vánirnar fyri 2001, at árið helst verður merkt av øktari uttanríkisferðslu og framhaldandi høgum olju- og dollaraprísum. Men bjartskygni valdar kortini, og felagið fer framhaldandi at arbeiða við at skifta flogførini út.