Klaksvíkar Sleipistøð (KSS) hevur fyri eini tíð síðan keypt Sp/f Johs. Elektro í Klaksvík, sum er ein elektromekaniskur verkstaður.
Tað var Johannes Sólsker, sum átti fyritøkuna, og hann er framvegis álitið og drívmegin í fyritøkuni, sum KSS nú eigur.
- Vit hava ikki havt elektriskan part í mínari tíð í KSS, og nú vit fingu møguleikan at keypa, hildu vit, at fyritøkan passaði væl inn í okkara konsept sum heildarveitari.
Tað sigur stjórin í Klaksvíkar Sleipistøð, Frimodt Rasmussen, sum eisini vísir á, at fyritøkan Johs. Elektro verður rikin, soleiðis sum gjørt hevur verið í fleiri ár.
- Johannes Sólsker hevur eina velduga vitan um eitt nú generatorar og vinkling. Her verður arbeitt við at selja og umvæla eitt nú generatorar, el-motorar og pumpur.
Stjórin sigur, at viðhvørt kann long veitingartíð vera til generatorar og aðrar el-motorar, og tí kann ein umvæling, har ein slíkur motorur verður vinklaður av nýggjum, stytta munandi um leveringstíðina.










