Økslin argar Tór-Ingar

Eingin av spælarunum hjá 07 Vestur hevur roynt at vinna stig á heimavølli ímóti Víkingi

Síðsta sunnudag vann 07 Vestur seg við 3-0 heimasigri ímóti FC Hoyvík í fjórðingsfinaluna í kappingini um løgmanssteypið. Hetta var annar 07 Vestur sigurin á rað. Mikudagin í síðstu viku vann 07 Vestur 4-2 í landskappingini ímóti TB. Sigurin við Stórá var dýrtkeyptur á tann hátt, at ein av stuðulsspælarunum varð skaddur. Talan er um Tór-Ingar Akselsen, sum er so mikið darvaður av skaða í økslini, at tað ikki ber honum til at vera við ímóti Víkingi.

Víkingur spældi seg sunnudagin við 2-0 heimasigri ímóti Skála í fjórðingsfinaluna í steypakappingini. Mikukvøldið í síðstu viku var tað vónbrot at missa á stokkinum, tá ið KÍ í Sarpugerði og í evstu løtu skoraði sigursmálið til 2-1.

Spæligleðin er stór millum víkingarnar, sum støðugt mennast. Víkingur hevur fimm ferðir spælt á útivølli ímóti 07 Vestur. Onkra ferðina hava vágamenn av álvara gjørt ein vørr í Sarpugerði. Á Dungasandi hevur tað ikki enn eydnast 07 Vestur at vinna ímóti Víkingi. Bæði í 2009 og 2011 endaði tað javnt – ávikavíst 0-0 og 1-1. Eingin av teimum, sum nú eru við til at manna liðið hjá 07 Vestur, var við í 2011. Fýra víkingar vóru eisini við ta ferðina – Atli Gregersen, Bárður J. Hansen, Sølvi Vatnhamar og Finnur Justinussen, sum ikki verður við sunnudagin, tí hann er langtíðarskaddur.

Ari Olsen er skaddur, og Arnbjørn Svensson er tøkur aftur, eftir at hann hevur verið uttanlands í skúla.