Jóhan Christiansen, Leirvík
1.Tað loysir seg ikki at útjavna
2.At bert 3% av kann útjavnast.
3.At tað bert ber til at útjavna uml. 5 mió.
Vit sum eru kommunupolitikkarar hava nú í longri tíð bíða eftir, at KSF fór at kunngerða okkum, hví ein útjavningarskipan ikki er neyðug, og hvussu teir koma til nevndu úrslit.
Uppfinna tann djúpa tallerkin
Um KSF kemur við einum útspæli viðvíkjandi útjavning, so verður tað helst ein skipan sum hevur til endamáls at fyribyrgja, at Tórshavn missur nakað av síni inntøku. Skuldi eg loyvt mær at gitt, so vilja teir koma við eini skipan, har hugt verður eftir útreiðslum fyri ymisk málsøkir, og síðani skulu pengar flytast til og frá Tórshavn.
Sum manga er ført fram, so eru nógv børn í Tórshavn, og tískil skal kommunan fáa pengar úr skipani. Og so til tey gomlu. Av tí tað lutfallsliga eru fáa eldri í Tórshavn, so skal kommunan gjalda til eina skipan. Við øðrum orðum, so vera pengar fluttir aftur og fram.
Fyri at halda skil á hesum, so verður helst ein nýggjur stovnur settur á stovn, og hvar vænta tit hann fer at hava bústað?
Tórshavn er KSF
Hetta tykist av vera veruleikin. Tórshavn vil ikki hava eina útjavningarskipan, og tískil vil KSF heldur ikki hava eina. Hetta sjálvt um allar hinar 6 limakommunurnar í KSF høvdu fingið fleiri pengar at arbeiða við, um ein inntøku útjavning hevði verið nýtt. Og talan er ikki um smáðar nøgdir heldur. Serstakuliga Vágs-, Tvøroyrar- og Sands kommunur høvdu fingið eitt skump í rætta rætning.
Hví almennar lønir
Tað eru nógvar orsøkir til, at eg havi hug at brúka almennar lønir, tá tosa verður um útjavning. Fyri at nevna nakrar grundgevingar, so:
1.Gjalda vit øll landsskatt, og tískil eisini tær almennu lønirnar.
2.“Umboðanin” við almennum lønum eru skeiv longu í dag. T.d. vera uml. 55% av almennu lønunum útgoldnar til fólk, sum hava bústað í Tórshavn. Hetta sjálvt um bert uml. 40% av íbúgvunum í Føroyum búgva í Havn.
3.Ein tílík skipan vil taka broddin av tí stóra trýstinum, fyri at skapa nýggj almenn arbeiðspláss, samstundis vilja teir stovnar ið skulu byggjast í framtíðini, vera lagdir har teir eru best egnaðir. Serstakuliga tá hugsa verður um eldraøkið. Tað tykist sum um kjakið um hvar ellisheim skulu byggjast, er ikki grunda í tørvið, men hvar stovnurin kann skapa nøkur arbeiðspláss.
Men lat meg rætta eina misskiljing við tað sama. Mítt uppskot er ikki at man einast skal hyggja eftir hvussu stórur partur av skattskyldugu inntøkuni kemur frá almennum lønum. T. d. at um ein kommuna hevur nógvar almennar lønir, so skal hon gjalda til eina kommunu sum hevur fáar, líka mikið hvør inntøkan er.
Tað eg havi skotið upp er, at í teimum kommunum har skattskylduga inntøkan er hægri enn miðal fyri alt landið, og har almennar lønir eru ein størri partur av inntøkuni, enn miðal fyri landið, skulu gjalda inn í skipana.
Síðani skulu tær kommunurnar sum hava lægst inntøku, fáa útgoldið úr grunninum.
Á talvuni síggja vit, at summar kommunur fáa væl meira av peningi at arbeiða við pr. borgara eftir eina útjavning, sjálvt um parturin av almennum lønum, er væl størri enn miðal er fyri landið.
Av tekniskum áðum, so verður ein talva við einum uppskotið víst í blaðnum, og ikki á internetinum.
Inntøku útjavning, ikki útreiðslujavning
Grundleggjandi meini eg, at vit ikki eiga at brúka eina útreiðslu útjavning. Orsøkin er tann, at kommunurnar hava møguleika at raðfesta, og stýra sínum egnu útreiðslum.
Vit hoyra dag og dagliga um, at tær størru kommunurnar hava fleiri útreiðslur, enn tær smærru hava. Hetta er ein misskiljing.
Allar kommunurnar í Føroyum arbeiða undir sama lógarverkið. Tvs. at lógin um barnaansing er eins væl galdandi í Porkeri sum í Klaksvík.
Eisini er vert at leggja til merkis, at um pástandurin um at størri kommunur hava størri útreiðslur er sannur, so er tað meiningsleyst at føra fram, at kommunurnar skulu gerast størri. Tí hví skulu tær tað, um tað hevur við sær, at útreiðslurnar einast gerast nógv størri?
Er ein útjavningarskipan avlagandi?
Sum útgangsstøði vil eg siga, jú hon er. Men ein fortreyt fyri kapping millum kommunurnar er, at tær kunna kappast útfrá einum støði, sum líkist hvørjum øðrum. Av ymiskum orsøkum, so hava allar kommunur í dag ikki sama møguleika at arbeiða útfrá. Talan kann vera um landafrøði, ferðasamband o.s.fr.
Hetta eru ikki ókend fyribrygdir, og vit kenna til sama trupulleika á ørðum økjum. M.a. tá talan er um telesamskiftið.
Kall fekk stórar kappingar fyrimunir í eina tíð, so teir fingu møguleikan at koma í gongd. Sama ætlar man at gera við SEV. So hví ikki tá talan er um kommunur?
Vi eini útjavningarskipan í eina tíð, so kunna allar kommunurnar í landinum fáa møguleikan at fremja átøk, so fólk aftur føla at býir og bygdirnar uttanfyri miðstaðarøkið, hava nakað at bjóða teimum.