Kommunumál
Kommunusamskipan Føroya (KSF) hevði regluligan stýrisfund í hølum felagsins í Lucas Debesargøtu í Havn í gjár. Men undan hesum fundinum, hevði formaðurin í KSF, Jógvan Krosslág, kallað til fundar í Fuglafirði hósdagin. Á fundinum í Fuglafirði vóru bara borgarstjórarnir í kommununum, sum eru limir í KSF. Á stýrisfundinum í Havn í gjár møttu borgarstjórarnir saman við skrivarum.
Eldraøkið
Jógvan Krosslág sigur, at regluligur stýrisfundur er KSF einaferð um mánaðin, men tað kemur fyri, at longri er millum fundirnar. Aftrat hesum fundum, plaga borgarstjórarnir at hittast av og á, og fundurin í Fuglafirði hósdagin var ein slíkur fundur, sum eisini hevur til endamáls at læra hvønn annan betur at kenna.
- Í Fuglafirði tosaðu vit um eina felagsstøðu, nú eldraøkið skal yvirtakast av kommununum. Hetta var annars ein púra opin fundur við ongari dagsskrá. Væntandi verður fundur við landsstýrið um eldraøkið í hesum mánaðinum, og tá er umráðandi, at KSF hevur eina felags støðu til málið, sigur Jógvan.
Velja umboð
Á stýrisfundinum í gjár skuldi KSF velja tvey umboð í nevndina, sum landsstýrið fer at seta at viðgera ruskheintan og brennistøðirnar. Tey bæði kommunufeløgini, vit hava, skulu velja hvør síni tvey umboð í hesa nevnd. Landsstýrið velir trý fólk, sum skulu umboða trý av stýrunum í landsstýrinum.
Jógvan Krosslág segði beint undan fundinum í gjár, at hesaferð eru ikki tey stóru málini á skánni undantikið tey, ið longu eru nevnd.
- Nøkur innanhýsismál verða viðgjørd í dag, eitt nú lønar- og roknskaparskipanin hjá kommununum, har roynt verður at draga eina línu, sigur hann. Kommunurnar, sum eru limir í Kommunusamskipan Føroya, eru Tórhavnar kommuna, Klaksvíkar kommuna, Runavíkar kommuna, Fuglafjarða kommuna, Tvøroyrar kommuna, Vágs kommuna, Skála kommuna og Kirkjubøar kommuna.
Níggju stýrislimir
KSF er samskipanin hjá teimum stóru kommununum í landinum, og orsøkin til, at Skála kommuna og Kirkjubøar kommuna eru við, er, at tær verða lagdar saman við ávikavist Runavíkar kommunu og Tórshavnar kommunu.
Níggju stýrislimir eru í Kommunusamskipan Føroya.
Jógvan Krosslág sigur, at skipanin við níggju stýrislimum byggir á uppskotið um kommunusamanlegging, sum var frammi fyri nøkrum árum síðan.
- Allar kommunur kunnu gerast limir í samskipanini, men talið av stýrislimum er lagt fast í skipanini fyri KSF, sigur formaðurin.