Øksarmálið í rættin í næstu viku

Í næstu viku byrjar rættarmálið móti teimum báðum monnunum, sum eru skuldsettir fyri drápsroynd á Íslandsvegnum í mai í fjør.

 

Tveir mans, 24 og 25 ára gamlir, eru ákærdir fyri at hava lopið á ein javnaldrandi við øks, gággara og knívi. Maðurin bleiv stungin fleiri og ferðir og kom illa til skaða. Dagin eftir vórðu teir báðir menninir so handtiknir og varðhaldsfongslaðir eftir grundlógaravhoyr, skuldsettir fyri drápsroynd. Teir hava sitið í varðhaldi í Mjørkadali síðani 6. mai.

 

Í desembur í fjør bleiv annar teirra fluttur til Danmarkar at sita, tí ein sálarfrøðilig meting av manninum staðfesti, at hann hevur tørv á viðgerð. Ákæruvaldið metti ikki, at viðurskiftini á psykiatriska deplinum í Havn vóru nóg trygg, og tí bað ákæruvaldið um loyvi at flyta mannin til Danmarkar.

 

Rættarmálið skuldi upprunaliga verða í februar, men bleiv útsett í tveir mánaðir. Kringvarp Føroya visti tá at siga, at orsøkin var, at Rættarlæknaráðið varð biðið um at gera eina nýggja meting av teimum skuldsettu. Fimm dagar eru settir av til rættarmálið, sum altso skal byrja 16. apríl.

 

Les eisini Hetta vita vit