Í dag skulu teir 12 føroyingarnir, sum sita í nevningatinginum í sambandi við øksarmálið, taka støðu í málinum. Nevningarnir eru fyri løtu síðani farnir úr Føroya rætti og hava sett seg saman at samráðast og votera um málið.
Dómarin hevur í morgun vegleitt nevningarnar í, hvat ákærurnar merkja, hvussu prógv skulu metast og so framvegis. Dómarin greiddi frá, at eftir hansara tykki eru teir báðir ungu menninir í øllum førum sekir í harðskapi, men at hansara hugsan ikki er bindandi fyri nevningarnar.
Dómarin segði einki um, hvørt hann helt teir ungu mennirnar verða sekar í drápsroynd. Málið verður avgjørt í dag. In.fo er á staðnum.