Ákærin krevur harða revsing í sonevnda øksarmálinum, sum í hesum døgum er fyri í Føroya rætti. Ákærin krevur teir báðar ákærdu dømdar eftir lógargrein, sum kann geva millum 6 ára og lívlanga fongsulsrevsing.
– Eingin ivi er um, at teir eru sekir í morðroynd, sigur ákærin.
Ákærin vísti í sínari framløgu á, at tá ið man tekur eina øks við og høggur minst 16 ferðir, má man skilja, at álopni maðurin allarhelst doyr. Tað var ikki teimum ákærdu fyri at takka, at tann álopni yvirlivdi, tí teir ákærdu steðgaðu bert álopinum, tí ein bilur, sum kom framvið, órógvaði teir.
Borgarar og løgregla bjargaðu manninum, heldur ákærin, sum hevur slept ákæruni um, at tann álopni varð stungin við knívi eisini.
Ákærin vísti á, at snapchat boð millm annað vísa, at annar ákærdi visti, hvat møguliga útfallið av álopinum kundi verða. Báðir teir ákærdu eru áður dømdir fyri grovan harðskap við vápni, so teir vistu, hvat kann henda, tá ið teir taka vápn við sær út.
Nevningarnir skulu í fyrstu atløgu bara taka støðu til, um teir ákærdu eru sekir, og nevningarnir skulu í tí samanhangi ikki taka atlit til, at annar persónurin møguliga er ov sjúkur til fongsulsrevsing.