Rættarmálið um ógvusliga øksarálopið á Íslandsvegnum í mai í fjør er útsett í tveir mánaðir.
Sakarmálið móti teimum báðum, skuldi eftir ætlan byrja í næstu viku, men nú rættarlistarnir eru kunngjørdir, er málið ikki sett á skrá.
Kringvarp Føroya veit at siga, at orsøkin er, at Rættarlæknaráðið er biðið um at gera eina nýggja kanning. Tí verður bíðað eftir hesari, áðrenn rættarmálið byrjar. Fimm dagar eru settir av til rættarmálið, sum skal byrja 16. apríl.
Teir báðir menninir eru ákærdir fyri drápsroynd, tá teir lupu á ein annan mann við øks, knívi og gággara leygarmorgunin 6. mai. Teir høvdu tá ballast í einum vardum bústaði á Íslandsvegnum.
Menninir hava sitið varðhaldsfongslaðir síðani 6. mai. Annar teirra er síðani fluttur til Danmarkar at sita.










