Tveir aðrir mans vóru handtiknir og grundlógaravhoyrdir í øksarmálinum í fjør. Løgreglan metti, at teir eisini vóru við í álopinum, men dómstólurin gav ikki løgregluni viðhald í at teir skuldu varðhaldsfongslast.
Linda Margrethe Hesselberg, varafúti, váttar fyri Miðlahúsinum, at skuldsetingarnar móti teimum báðum ikki eru sleptar.
- Tað velst um hvat kemur fram í hesum rættarmálinum. Kanska fer hetta rættarmálið at varpa ljós á leiklutin hjá teimum báðum skuldsettu eisini, sigur hon.
Átta ung sótu og ballaðust í íbúðini, tann órættaði, teir báðir ákærdu, hesir báðir skuldsettu, tvær kvinnur og ein vinmaður afturat.
Teir báðir ákærdu blivu varðhaldsfongslaðir 6. mai og sótu í einakliva fyrstu vikuna. Í desembur bleiv annar teirra fluttur til Danmarkar, tí at løgreglan metti, at hann var so illa fyri sinnisliga, at ikki var ráðiligt at hava hann sitandi í Mjørkadali longur.