Øksarálopið: Teir nokta seg sekar

Ein sigur seg hava spent bein fyri tí órættaða, hin minnist einki frá hendingini.

Teir eru ákærdir fyri drápsroynd, í øðrum lagi fyri grovan harðskap. Meira ítøkiliga eru teir ákærdir fyri, at annar helt órættaða mannunum og stakk hann við knívi, og hin slóð við øks. Ákæruvaldið krevur fongsulsrevsing til ein av teimum, meðan hin sambært ákæruvaldinum skal hava viðgerðardóm. 

 

 

Men teir báðir nokta seg sekan. Tann eini sigur, at hann minnist einki frá hendingini, og hin sigur, at hann bert hevur spent beint fyri tí órættaða, annars einki. 

 

 

Ein av teimum ákærdu er eisini ákærdur fyri eitt harðskapsmál frá 2015. Og teir eru báðir fyrr dømdir fyri harðskap. In.fo er á staðnum, og tú kanst fylgja við rættarmálinum her á síðuni so leypandi.