Øksarálopið á Íslandsvegnum er nú á veg í rættin. Føroya rættur hevur fyribils sett av eina viku í februar til viðgerð av málinum, sum verður eitt nevningamál. Talan er um viku 7, sum er frá 12. til 18 februar.
Talan er um harðskapsmálið á Íslandsvegnum fyrst í mai. Tveir mans, 24 og 25 ára gamlir, eru skuldsettir fyri drápsroynd og hava sitið í varðhaldi í Mjørkadali síðani 6. mai.
Les eisini Hetta vit vit higartil
Teir eru ákærdir fyri at hava lopið á ein javnaldrandi við øks, gággara og knívi. Maðurin bleiv stungin fleiri og ferðir og kom illa til skaða. Dagin eftir vórðu teir báðir menninir so handtiknir og varðhaldsfongslaðir eftir grundlógaravhoyr.
Í dag verður tó annar teirra fluttur til Danmarkar. Ein sálarfrøðilig kanning av manninum hevur staðfest, at hann hevur tørv á viðgerð. Orsaka av álvarsama málinum metir ákæruvaldið ikki, at viðurskiftini á psykiatriska deplinum í Havn eru nóg trygg, og tí hevur ákæruvaldið biðið um loyvi at flyta mannin til Danmarkar. Hesum hava bæði Føroya Rættur og verjin hjá manninum eftirlíkað, og tí verður maðurin fluttur á psykiatriskan stovn í Danmark í dag.
Hendan støðan er at líkna við eina støðu við einum filipinskum sjómanni, sum eisini bleiv fluttur til Danmarkar at bíða. Hetta málið endaði við einum rættarmáli millum føroyskar og danskar myndugleikar, um hvør skuldi rinda. Niðurstøðan hjá rættinum var, at føroyskir myndugleikar skulu rinda í slíkum førum, og tí er tað Føroya Landsstýrið, sum skal rinda fyri mannin, meðan hann er í viðgerð í Danmark, inntil málið kemur fyri rættin. Sum nevnt verður tað eftir ætlan í viku sjey, sum er frá 12. til 18. februar.