Øksarálopið: Sita enn í varðhaldi

Teir báðir menninir, sum eru skuldsettir fyri øksarálopið á Landavegnum, sita enn í varðhaldi.

 

Hósdagin gekk varðhaldsfongslingin út, men Føroya rættur gav løgregluni viðhald í at leingja varðhaldsfongslingina í fýra vikur afturat. Teir hava nú sitið í varðhaldi síðani teir blivu handtiknir seinnapartin 6. mai.

 

Tað var beint eftir midnátt sama dag, at ein maður bleiv álopin við øks, knívi og gággara eftir eina veitslu á Íslandsvegnum. Ein hýruvognsførari boðaði løgregluni frá, at ein maður var álopin og bløddi illa. 

 

Umframt teir báðar skuldsettu, handtók løgreglan eisini tveir aðrar mans í málinum. Teir vóru førdir í grundlógaravhoyr dagin eftir, men blivu báðir leyslatnir. 

 

Les eisini Hetta vita vit higartil

 

Kanningardeildin hjá løgregluni sigur, at varðhaldsfongslingin er longd, tí at enn verður arbeitt við málinum. Teir báðir menninir, sum eru skuldsettir fyri drápsroynd, eru 24 og 25 ára gamlir.