Ein veitsla fríggjakvøldið 5. mai í 2017 endaði við einari uppringing til løgregluna leygarnáttina um, at ein maður bløddi illa. Maðurin varð illa meislaður, og fluttur á Landssjúkrahúsið í tøkum tíma. Síðani kom fram, at maðurin var sligin, skorin og høgdur við goggara og øks. Álopið fór fram við Landavegin/Íslandsvegin í Havn. Álopið leiddi til, at maðurin fekk yvir 300 pentur í kroppin. Hann fekk sár á rygg, armar og bein, sum vórðu gjørdu av øks, goggara og knívum.
Leygardagin vóru tveir mans førdur fram fyri rættin til grundlógaravhoyring í sambandi við álopið. Teir vóru báðir varðhaldsfongslaðir og hava sitið í varðhaldið síðani. Teir báðir ungu menninir eru miðskeiðis í 20'unum. Umframt teir báðar skuldsettu, handtók løgreglan eisini tveir aðrar mans í málinum. Teir vóru førdir í grundlógaravhoyr dagin eftir, men blivu báðir leyslatnir.
Nú boðar Føroya Rættur frá, at teir báðir skulu fyri rættin í komandi fyri og skuldsetingin er drápsroynd. Í komandi viku verða teir sostatt førdir fyri rættin. Teir báðir hava nú sitið í varðhaldi í meira enn eitt ár. 27. oktober var tó ein teirra fluttur til Danmarkar. Ein sálarfrøðilig kanning av manninum staðfesti, at hann hevði tørv á viðgerð. Orsaka av álvarsama málinum metti ákæruvaldið í oktober mánaði ikki, at viðurskiftini á psykiatriska deplinum í Havn vóru nóg trygg, og tí varð biðið um loyvi at flyta mannin til Danmarkar. Hesum játtaði bæði Føroya Rættur og verjin hjá manninum, og tí varð maðurin fluttur á psykiatriskan stovn í Danmark 27. oktober.