Øksarálopið: Minnist kvøldið í brotum

Annar av teimum ákærdu í øksarmálinum greiddi í rættinum í dag frá, hvat hann sjálvur minnist frá hendingini.

 

Hann sigur, at hann og onnur vinfólk sótu í íbúð sínari og ballaðust, tá tað kom til ilnar millum órættaða og hini í íbúðini.

 

Hann sigur seg minnast, at hann og órættaði fóru útum, og at órættaði síðani gav sær nevan. Eftir hetta gerast minnini kám, sigur hann.

 

Ein mynd hevur fest seg í minnið, av at hann situr yvir tí órættaða og høggur eftir honum. Ein onnur mynd er, at hann stendur og hyggur at øksini, og ein triðja, at hann hyggur eftir sær sjálvum í speglinum og sær, at hann er blóðdálkaður.

 

Tað næsta hann minnist, er at løgreglan vekir hann í íbúð sínari, og síðani, at hann aftur vaknar í brummuni.

 

Einaferð áður er hann vaknaður í brummuni. Tað ferðina hevði hann stungið ein mann við knívi tríggjar ferðir. Hann gjørdist tí bangin, tá hann vaknaði, og spurdi tí beinanvegin løgregluna, um hann hevði dripið nakran hesa ferð.

 

Maðurin greiddi frá, at hann sjálvur átti øksina, men sambært løgregluni er tað hin ákærdi, sum hevur tikið øksina úr íbúðini og út á vegin.

 

Teir báður ákærdu blivu handtiknir í íbúðini stutt aftan á, at løgreglan fekk fráboðan um at órættaði maðurin var funnin á Landavegnum. Teir blivu varðhaldsfongslaðir 6. mai og sótu í einakliva fyrstu vikuna. 

 

Tá rættarfundurin byrjar í morgin, skal hin ákærdi greiða frá, hvat hann minnist frá fundinum, umframt at ein av hinum, sum var til staðar í íbúðini skal vitna. Í næstu viku skal órættaði so vitna, tey, sum funnu órættaða á Landavegnum og ein rættsmedisinari, og seinni í vikuni skal løgreglan greiða frá sínum kanningum í málinum.