Í løtuni er ikki nógv nýtt at frætta um óhugnaligu hendingina í týska tokinum í kvøld, tá ein ungur maður gjørdist frá sær sjálvum og legði á tilvildarlig fólk við øks og knívi
Sambært keldum, er trý av teimum raktu framvegis í lívsvanda.
Keldur í innlendismálaráðnum í Bayern siga sambært týskum miðlum, at 17 ára gamli flóttin úr Afghanistan, sum framdi illgerðina, eftir øllum at døma rópti "Allahu Akbar" (Guð er stórur).
Týska løgreglan sigur seg tó ikki vita um motivið aftan fyri óhugnaligu hendingina í kvøld, men alt málið verður kannað.
Tá tokið steðgaði, royndi maðurin at flýggja, men servand løgreglufólk jagstraðu hann, og tá hann síðan hótti løgregluna, varð hann sambært keldum skotin.