Krzysztof Popczynski nýtt starv

Fyrrverandi venjarin hjá VB, GÍ og HB hevur fingið nýtt starv

Pólski Krzysztof Popczynski, sum hevur eina drúgva søgu í føroyskum fótbólti, er nú venjari hjá Thisted triðjbestu deildini í Danmark.

 

Krzysztof Popczynski er eitt kent navn í føroyskum fótbólti. Hann kom sum spælandi venjari til VB, sum hann eisini púra óvæntað gjørdi til meistarar í 2000. Síðani fór hann til GÍ, áðrenn hann førdi HB til meistaraheitið í 2006. Árið eftir fór hann til TB og var venjari í 2008.

 

Hann skal nú verða venjari hjá Thisted, sum spælir í triðj bestu deildini. Hann tekur við eftir Bo Zinck, sum bleiv koyrdur eftir eina rokuta spælaraveitslu.

 

Krzysztof Popczynski er giftur danskari konu og var frá 2008 til 2013 venjari hjá Aarhus Fremad, skrivar bold.dk. Hann hevur síðani verið venjari hjá Kjellerup.