Krzysztof Popczynski, sum hevur verið venjari hjá VB, GÍ og HB, er koyrdur sum venjari hjá Aarhuus Fremad í triðbestu deildini í Danmark.
Felagið stríddist fyri at flyta upp farna kappingarár, men tað eydnaðist ikki at vinna seg upp í 1.deild.
- Eftir fimm ár við Krzysztof Popczynski, har hann við síni fótbóltsáskoðan og harða arbeiði hevur ment ein spennandi spælistíl og lyft spælararnar upp á eitt hægri stig, hava vit valt at ganga nýggjar leiðir, sigur Søren Østergaard, stjórin í felagnum í tíðindaskrivi sambært bold.dk
Krzysztof Popczynski er vónbrotin um at blíva koyrdur.
- Eg bleiv bilsin av avgerðini, tí eg haldi at eg havi gjørt eitt gott arbeiði, sigur fyrrverandi FM vinnarin.
Krzysztof Popczynski var settur í samband við venjarastarvið hjá HB undan hesum kappingarárinum. Nýggjur venjari hjá Aarhuus Fremad er Jesper Tollefsen.