Krzysztof mitt í rúgvuni

Aarhus Fremad, har Krzystszof Popczynski er venjari, vann um vikuskiftið dyst í 2. deild vestur í Danmark. Aarhur Fremad spældi á heimavølli ímóti Holstebro, og hóast gestirnir tvær ferðir løgdu seg á odda, megnaði Aarhus Fremad vinna dystin. Úrslitið gjørdist 3-2. Aarhus Fremad hevur 21 stig fyri 14 dystir og liggur mitt at stigatalvuni. 10 stig eru upp til uppflytingarplássini 12 stig niður til strikuna.