Krzystof skal venja HB

Seint í farnu viku gjørdi HB avtalu við Krzystof Popczynski, sum skal venja besta HB-lkiðið komandi kappingarár

HB-venjarin

Tíðindini um, at HB og Krzystof høvdu fundast um komandi kappingarár, eru sum so ikki spildurnýggj. Tað er fleiri mánaðir síðani, at hetta tosið fór at ganga, men góðu úrslitini hjá Julian Hansen høvdu tó hug at punktera tosið nakað. Tað ljóðaði eisini, at leiðslan í HB fyrst vildi viga fyri og ímóti, hvørt teir skuldu seta Julian í sessin heldur enn Krzystof, men tað verður so av ongum.
Hóskvøldið varð endaliga avtalan gjørd, og eftir dystin leygardagin kundi HB so boðað almenninginum frá, at nýggi venjarin er settur.