Síðani kreppuna fyrst í 1990 unum, hevur lítið og onki virksemi verið í stóra flakavirkinum á bryggjuni í Vági. Polarfrost er stórt, og var framkomið virki, men undantikið eitt skifti, tá alifyritøka nýtti virkið, so hevur stórt sæð onki virksemi verið á virkinum. Men virkið stendur har enn, og er í góðum standi.
Bakkafrost hevur havt skrivstovuvirksemi í bygninginum, men sjálvt kryvjivirkið hevur verið í minni bygningi nærhendis.
Men ný flytir Bakkafrost kryvjivirkið yvir í gamla Polarfrost. Vágbingar hava lagt til merkis, at ymiskt hendir á bryggjuni í Vági, men tá Bakkafrost herfryri kunngjørdi ársroknskapin fyri 2. ársfjórðing 2017 kom fram, at Bakkafrost nýtir 35 milliónir til at dagføra kryvjivirkið.
Í vikuni eru útveggir tiknir niður, so stóru maskinurnar sluppu innar.
Myndin vísir gamla Polarfrost, har umbyggingar fara fram, og í baksýni sæst skipið Martin hjá Bakkafrost.
(Mynd: Dagfinn Olsen)