Tøkni
Jákup Magnussen, sum starvast hjá NomaTek,sigur, at tað hevur verið ógvuliga áhugavert og avbjóðandi hjá formula.fo og NomaTek at samstarvað við eigararnar av P/F Kryvjing, tí hesir hava alla tíðina havt sínar meiningar um, hvussu tingini skulu gerast.
- Síðan hevur tað verið uppgávan hjá okkum, ið hava samstarvað um ymisku skipaninar og menningina annars, at finna fram til loysnirnar.
Føroysk loysn
Jákup sigur, at formula.fo og NomaTek hava leverað allan útbúnaðin til kryvjivirkið ? heilt frá bryggjukantinum, til vøran verður avskipað. Alt undantikið sjálvar bader-maskinurnar, sum kryvja og reinsa fiskin; hesar eru týskar og eru ikki við í leveransuni hjá føroysku feløgunum.
- Ein nokso stórur partur av útbúnaðinum er framleiddur á verkstaðnum hjá okkum, t.d. rustfríu kørini til blóðging og køling og lyftibondini.
Jákup vísir á, at nakrir útlendskir undirleverandørar sjálvsagt eru til útbúnaðin, men alt er umbiðið, framleitt og sett upp í neyvum samstarvi millum eigararnar av P/F Kryvjing, formula.fo og NomaTek.
- Parturin hjá formula.fo hevur í fyrsta lagi verið softwarurnar og ymisku stýringsskipaninar, umframt monteringar og installeringar av eitt nú pakkirobottinum og pakkiflokkaranum.
Hann sigur, at bæði pakkirobotturin, sum er jananskur, men programmeraður í Íslandi og pakkiflokkarin, sum Marel í Íslandi hevur gjørt, eru við í leveransuni hjá formula.fo og NomaTek.
- Fyri at menna tøknina á fiskivinnuøkinum og fáa hesa at virka eftir ætlan, hevur verið neyðugt við ógvuliga tøttum samstarvi millum okkum og formula.fo, sigur Jákup.
Vit kunnu skoyta uppí, at tveir aðrir pakkirobottar eru í landinum; annar á Suðurlaks, hin á Sørvágslaks, og her er tað burtur av formula.fo sum hevur fingið hesar í "sving".
Frambrot
Eitt, sum sermerkir virkið hjá P/F Kryvjing, er báðir móttøkutangarnir, sum standa uttanfyri virkið. Hesir eru úr glasfipur, framleiddir í Noregi, men skrúvaðir saman í Føroyum.
- Eigararnir av virkinum ynsktu, at brunnbátarnir, sum flyta laksin til virkið, skuldu sleppa av við laksin ? uttan at liggja við bryggjuna og bíða eftir, at fiskurin fyrst verður kruvdur so hvørt. Hetta eru fyrsta móttøkan, vit vita um, har fiskurin kemur livandi í land og gongur livandi í kørunum, til hann verður arbeiddur inni á virkinum.
Jákup sigur, at hvørt karið tekur umleið 380 rúmmetrar, og tað svarar til, at bæði kørini taka umleið 100 tons av fiski.
- Tískil kann brunnbáturin nú pumpa laksin livandi í land og fara avstað aftur eftir næstu lastini. Áður lá báturin og bíðaði, meðan laksurin varð kruvdur.
Hann vísir á, at ein iltskipan er sett upp til kørini, soleiðis at laksurin saktans kann pumpast upp ein leygardag og ganga livandi í kørunum til mánadag, tá ið hann verður arbeiddur inni á virkinum.
- Sjálvt um hetta er fyrsta skipanin av sínum slagi, sum vit vita um, vísir hon seg at rigga ógvuliga væl ? og betur enn, vit tordu at rokna við, sigur Jákup.
Smittuvandin
Eitt annað endamál við móttøkukørunum er eisini at umgangast sjúkur, nú óttin fyri eitt nú ILA er so stórur millum alarar.
- Vatnið, sum kemur við laksinum úr brunnbátinum, verður filtrerað og stálað, soleiðis at tað ikki er smittuberandi, tá ið tað fer útaftur. Neyðugt er tó at taka regluligar vatnroyndir fyri at tryggjar sær, at alt er í lagi, sigur Jákup.
Hann sigur, at skipanin við móttøkukørunum gevur virkinum møguleikar at bøta um raksturin, samstundis sum smittuvandin verður nógv minni.
- Eigararnir hava nevniliga lagt stóran dent á, at eingin smitta kemur frá nýggja kryvjivirkinum í Klaksvík.
Jákup Magnussen sigur at enda, at innkoyringartrupulleikarnir, sum altíð eru, tá ið tú fæst við nýggja og framkomna tøkni, eru nógv minni nú enn í byrjanini.
- Vit eru spentir uppá, hvussu alt fer at taka seg út, tá ið tíðin gongur, leggur hann aftrat.