Men eftirspurningurin eftir atgongumerkjum var so stórur, at tey hava avgjørt at hava nakrar eykasýningar hesa vikuna ? og tann fyrsta er longu útseld!
»Krypilin úr Inishmaan« eftir írska høvundan Martin McDonagh, sum leikhúsið Gríma hevur framført í ein góðan mánað nú, hevur verið øgiliga væl dámdur, bæði í bløðunum og úti millum fólk, og ummælararnir nýttu stór orð:
Føroyar eru kanska ikki so galnar, tá so dugnaligir sjónleikarar tíma at búgva her (?) hesin sjónleikurin ER verdur at skræða seg leysan til. (Ingi Rasmusen, Dimmalætting) Leikurin varð førdur á sera høgum støði (?) onki varð latið upp í hendurnar á tilvildini (Oddfríður M. Rasmussen, Sosialurin). Krypilin úr Inishmaan eigur at verða sæddur. (Jústines L. Eidesgaard, Sosialurin).
Leikurin um lítla oyggjasamfelagið á vesturstrond Írlands, hevur eftir øllum at døma stóran áhuga millum føroyingar, og Meiaríið hevur eisini verið hampuliga væl vitjað henda góða mánaðin, hann hevur gingið. Og nú, tá ið seinastu sýningarnar vórðu lýstar, var rættiligur gravgangur eftir atgongumerkjum, so onkur noyddist til hús aftur. Sum so ofta fyrr, so er tað mest líkt til, at tey flestu vilja bíða til síðstu løtu ? og av tí sama verður so onkur við sviðið soð!
Gríma gjørdi so av at hava eina eykasýning hósdagin 9. november, sum næstan beinanvegin eisini var útseld, so tí fáa tey sum enn ikki hava havt høvið til at leita sær oman á Gamla Meiaríið ein síðsta møguleika. »Leygardagin 11. og sunnudagin 12. november kl. 16.00 verða so avgjørt seinastu sýningarnar av »Kryplinum úr Inishmaan« ? so tey sum ætla sær, og enn ikki hava fingið upp í lag at sæð leikin mugu liggja framvið!
Atgongumerki fáast á Kunningarstovuni tlf, 315788 og á Meiarínum tlf, 318617 eina tíma áðrenn sýning.