Ókruvdur fiskur til lands

Á Portalinum í kvøld hava vit grein um livratøku, sum kann geva dekkarum við partrolarum upp í einar 3000 krónur eyka ein ísfiskatúr, tá fiskurin er stórur, og nógv livur er í.

Soleiðis gekk hjá manningunum við partrolarunum, Baki og Stelki, á seinastu túri. Eftir loknan túr, seldu teir umleið átta tons av livur fyri umleið 48.000 krónur.

Hetta gevur eina eykainntøku á túrinum á umleið 3000 krónur til hvønn mannin.

Tað er Biotech á Eiði, sum keypir livrina fyri seks krónur fyri kilo.

Í viðmerking undir greinini á Portalinum um livratøku, skrivar Fróði Ejdesgaard, at í Norðurnoregi standa tey og skilja magar, livur og rogn við hond. Tímalønin liggur um 145 krónur, og tað eru mest eysturevropearar sum gera hetta arbeiði.

Fróði Ejdesgaard leggur aftrat, at tveir menn eisini standa og skera lippur úr rúgvuni av høvdum.

- Hví gera vit ikki eisini so í Føroyum, spyr hann.

Ein annar lesari, Guttorm Andreassen, spyr, hví menn umborð á føroyskum ísfiskaskipum ikki bara blóðga fiskin umborð - og síðan lata fiskin kryvja í landi.

At føra fiskin heilað og bara blóðgaðan til lands, hevur fleiri ferðir verið uppi og vent í Føroyum.

Hugskotið er í fyrsta lagi, at kemur fiskurin heilur til lands, fæst eisini full nytta úr innvølinum, gørnum, rognum og livur.

Í nøkur ár hava føroyingar verið í Noregi og kruvt, og tá er tað eisini fiskur, sum kemur heilur og ókruvdur til lands.

Á Eiði er móttøka fyri livur, men skal hesum virksemi verða lív lagað, er neyðugt, at Biotech fær rávøru, og tað eru bara skip og bátar - og soleiðis fiskimenn og útróðrarmenn - sum kunnu føra hesa rávøru til lands.

Politiski myndugleikin hevur roynt at lyft undir hugin at taka livur við at geva skipum fiskidagar fyri livratøku.

Myndin er av útróðrarbátinum Kallanesi. Tað er Norðlýsið, sum eigur hesa frálíku mynd.